Heimsins besti fótbóltsspælari, Cristiano Ronaldo, hevur í eina tíð verið ávegis at leggja seg út í filmsvinnuna. Martin Scorsese er í ferð við at gera nýggjan film um italienska Alessandro Proto, ið sigst vera persónurin, sum Christian Grey í bókini Fifty Shades of Grey er grundaður á.
Tilboðnum um at spæla Alessandro Proto hevði Cristiano Ronaldo tikið av. Hóast fyrireikingarnar longu vóru komnar væl áleiðis, so bendir nógv á, at tað nú verður av ongum. Sambært spanska blaðnum Sport, so er tað Alessandro Proto sjálvur, ið hevur talað at.
- Ronaldo er ein fantastiskur fótbóltsleikari, men tað merkir ikki, at hann er kongur her í verðini. Eg vil ikki síggja hann í einum filmi um mítt lív. Eg og Martin Scorsese eru vorðnir samdir um, at hann ikki fer at spæla við í filminum, sigur Proto.
Cristiano Ronaldo er partur av filmssáttmálanum og hevði keypt sær íbúð í New York sum liður í fyrireikingunum til filmin. Tað verður mett, at tað fer at kosta 20 milliónir evrur, 150 milliónir krónur, at keypa Ronaldo úr sáttmálanum.
- Eg harmist, um hann kennir seg vónsviknan, men onkuntíð vinnur tú, og onkuntíð tapur tú. Um eg veruliga má gjalda honum 20 milliónir krónur, so skal eg persónliga handa honum peningin, sigur Alessandro Proto við spanska blaðið.
Leysasøgur vilja vera við, at tað nú verður Channing Tatum, sum fær mannliga høvuðsleiklutin í filminum.