SsangYong Rexton II er lutfalsliga nógv broyttur í mun til forgangarin - bæði uttan og innan, eins og undirvognurin hevur fingið nýggj upphang og fjaðraskipan, sum gevur bilinum munandi betri koyrieginleikar.
Tað sum sæst best er alt farmman er nýtt so sum kølaragittari, lyktir og kúfangarin. Baklyktir og kúfangarin aftan eru eisini nýggj.
5-trins T-tronic automatgir eru standard. Talan er um ein Mercedes girkassa. Annars er bilurin væl útgjørdur og so gott sum allar trygdarskipanir eru standard.










