Facebook vil yvirtaka telefonskermin

Facebook almannakunngjørdi í gjár ein nýggjan heimaskerm til Android telefonir.

 

Í fleiri vikur hevur gitt verið um, at Facebook í gjár, hósdagin, fór at almannakunngera eina nýggja Facebook telefon. Soleiðis gjørdist ikki, og Marc Zuckerberg segði á tíðindafundi í gjár:

- Vit gera ikki eina telefon. Vit byggja nakað, sum integrerar nógv meira enn ein app.

 

Nýggja vøran frá Facebook eitur Facebook Home, og kann metast sum ein nýggj brúkaraflata, ella ein heimaskermur til Android telefonirnar.

 

- Tað svarar til at Facebook er tað fyrsta tær sær, tá ið tú fert á netið við tínari teldu. Atgongdin til netið verður Facebook, sigur Henrik Fønd, vertur á sendingini Harddisken á P1.

 

Tá ið tú letur upp telefonina við Facebook Home, so sært tú beinan vegin uppdateringar frá tínum vinum. Tú kanst lættliga "tjekka inn" við telefonini, og tað verður lættari at leggja eina mynd á Facebook ella at skriva eina statusuppdatering.

 

Les meira um nýggju Facebook vøruna her:

 

www.dr.dk/Nyheder/Kultur/Medier/2013/04/05/095155.htm