Facebook fer nú at herða munandi um eftirlitið við beinleiðis sendingum og videoupptøkum hjá sínum brúkarum. Orsøkin er, at seinastu tíðina hava fleiri video verið send á Facebook, har brotsgerðir verða framdar. Eitt nú sást video á Facebook, har ein eldri maður í USA varð dripin.
Facebook fer at seta 3000 fólk afturat kring heimin at fylgja við beinleiðis sendingum og videoupptøkum á Facebook, og tað skal gerast lættari at fráboða Facebook um óhóskandi video og sendingar.
Mark Zuckerberg, stjórin í Facebook, skrivar á sínum miðli, at tey hava frammanundan 4500 fólk, sum arbeiða við hesum, men nú skal talið á starvsfólkum vaksa við 3000 fólkum.