Facebook stríðist við spøkilsi

Heimsins størsta sosiala netverk, Facebook, hevur ein trupulleika.

Fólk, sum eru deyð, liva víðari við sínum profilum á Facebook, og í heilum fáa vinir sjálvvirkandi áheitanir frá Facebook um at halda sambandið við líka við hesi fólk.

- Hetta er eitt sera eymt evni, og sjálvsagt er tað svárt hjá fólki at síggja sínar deyðu vinir á Facebook, sigur ein talskvinna fyri Facebook við New York Times.

Facebook hevur roynt ymiskt fyri at fáa bilbukt við trupulleikan, og arbeitt verður framhaldandi við tí. Heitt verður eisini á fólk um at gera vart við seg, um tey síggja profil hjá onkrum deyðum fólki á Facebook.