Forritið sá dagsings ljós í februar 2004. Upprunaliga var Facebook ætlað sum ein samskiftismiðil á Harvard Universiteti, har næmingarnir kundu samskifta sínaíllum. Facebook var frá fyrsta degi ein suksé, og fyrstu tvær vikurnar teknaðu tveir triðingar av næmingunum á lærda háskúlanum sær ein vangamynd. Konseptið breiddi seg víðari til aðrar lærdar háskúlar, til tað fyri umleið trimum árum síðani gjørdist alment. Hvørja viku leggjast fleiri túsund brúkarar afturat.
Ikki vinur men kontakt
Á Facebook kunnu vit stovna eina vangamynd og seta okkum í samband við nýggjar og gamlar vinir og kenningar. Her verður tú virtuellur vinur við fólk, sum tú javnan sært – ella sum tú einaferð kendi. Tú kanst leggja myndir av tær og øðrum út og »deila« tínar myndir við vinunum fyri at vísa teimum, at tey eru á, og soleiðis kunnu onnur fylgja við í tínum privatlívi.
Serfrøðingar meta, at termologiin við »vinum« á Facebook heldur ikki. Hugtakið átti heldur at itið »kontakt« ella »samband«, tí tú kanst ikki fáa rættar vinir á Facebook. Ein vinur er ein tú møtir, og sum tú hevur fysiskt samband við, men tú kanst tó røkja tíni vinarbond á Facebook. Tí er hetta forrit sera hent hjá tær at seta teg í samband við fólk, tú kennir væl, men sum tú hevur mist samband við.
Aðrir serfrøðingar halda, at Facebook er ein verkætlanarsamleiki, har brúkararnir greiða frá sínum fantastiska lívi um, at hann hevur lagt síni fittu børn at sova og at NN skal á ein spennandi fund. Hetta er narcissistiskt, tí tað ræður um selja sítt lív sum eina sukséfulla søgu.
Hinvegin verða tílíkir portalar og kjak á internetinum oftani nýtt til at leypa á fólk og hanga tey út, tí her kann tað lata seg gera, tí ongin sensurur er.
Danmark hevur met í brúkarum
Danmark hevur met í brúkararum á Facebook í mun til fólkatalið, har útvið tvær milliónir brúkarar eru. Verða børn og eldri sáldað frá, er næstan annar hvør dani á Facebook.
Føroyingar hava eisini tikið Facebook til sín, og her er talið av brúkarum, ið javnan fara inn og greiða umheiminum frá, hvat teir gera, eisini vaksandi.
Føroyar eru eitt samfelag, har felagsskapir altíð hava havt stóran týdning, og hóast Facebook ikki er ein felagsskapur, so kann tað metast sum ein online felagsskapur, og tað er uttan iva tí, at tað leggjast fleiri føroyingar afturat sum brúkarar. Her kanst tú røkja øll tíni áhugamál og seta teg í samband við øll møgulig, brúka tað til politik og til at marknaðarføra – bæði vørur og teg sjálvan.
Tað er vorðið gerandisdagur at vísa teg sjálvan fram og at samskifta á internetinum, og internetið er vorðið tað mest útbreidda møtistaðið. Menningin er farin skjótari fram enn forkláringin, og tí hevur granskingin á økinum ikki fylgt við.
Í Noregi, sum hevur 3. flest brúkarar í mun til fólkatalið, er kannað, hvørji eru brúkarar, hvussu tey brúka tað, og hvørji eru á teirra vinalista. Felags fyri flestu er, at tað eru vinir og gamlir floksfelagar, familja og fólk, tey hava lisið og arbeitt saman við, sum eru at finna á vinalistanum. Eisini eru vinir hjá teirra egnu vinum á vinalistanum, og fólk sum tey kenna periferiskt. Flest øll hava eisini fólk tey ikki kenna á vinalistanum. Í meðal hevur hvør brúkari 120 vinir.
Facebook hevur fyrst og fremst verið fyri yngru ættarliðini, men í ár hevur bólkurin yvir 55 ár verið tann størst vaksandi brúkarabólkurin, vísa nýggjastu tølini. Tann nógva miðlaumrøðan av Facebook hevur fingið tey at hoppa við upp á vognin. Hesi vilja fylgja við menningini líkasum við teldupostinum og fartelefonini.
Mark Zuckerberg – tann nýggi Bill Gates
Mark Zuckerberg er maðurin handan Facebook. Hann er føddur í 1984, er í dag 24 ára gamal og vaks upp norðan fyri New York. Pápi hansara, Edward Zuckerberg, er tannlækni og mamman, Karen Zuckerberg, er sálarfrøðingur.
Tað sigst um Mark Zuckerberg, at hann er ein sannur nørdur – og hevur humor. Honum hevur altíð dámt væl at gjørt telduforrit, serliga sum samskiftisamboð og spøl. Sum heilt ungur gjørdi hann eitt samskiftisforrit, sum pápin nýtti á kontórinum til at samskifta við sínar starvsfelagar.
Meðan Mark Zuckerberg las á Harvard Universiteti, menti hann hetta sosiala kervið, Facebook. Men tað var við hjálp frá trimum øðrum lesandi á Harvard, ið hann búði saman við. Hóast hann ikki gjørdi lesturin lidnan, er hann yngsti sjálvgjørdi milliarderur, ið hevur megnað at komið á Forbeslistan við einum 321. plássið. Ogn hasara er mett til 1,5 milliard amerikanskar dollarar.
Forbes er eitt amerikanskt vinnublað, ið er kent fyri sínar árligu listar yvir ríkastu fólkini í heiminum.
Time Magazine hevur útnevnt Mark Zuckerberg til »The World's Most Influential People of 2008«. Hann verður eisini spáddur sum verða tann nýggi Bill Gates, og onkur fer so vítt sum at samanbera hann við Alexander tann Stóra, sum legði hálvan heimin undir seg. Higartil hevur Mark Zuckerberg skapað eitt netverk, sum savnar fleiri 100 milliónir brúkarar.
-------
Um Mark Zuckerberger
• Er 24 ára gamal
• Føddur 14. mai 1984
• Amerkanskur íverksetari
• Uppfunnið og ment Facebook
• Pápin tannlækni, mamman sálarfrøðingur
• Uppvaksin í Dobbs Ferry, New York
• Hevur ment Facebook
• Heimsins yngsti sjálvgørdi milliarderur
• Nummar 321 á listanum hjá Forbes yvir milliarderar
• Eigur 1,5 milliardir US dollarar
• Las á Harvard University, men gjørdi ikki lesturin lidnan










