Facebook: Ongantíð missa ólavsøkuna aftur

Ivan Eginsson, sum er ættaður og uppvaksin í Ruslandi, elskar Føroyar fram um alt. Hann flutti til Føroya fyri 12 árum síðan, og hevur einans mist tvær ólavsøkur ?Ólavsøkan er uttan iva tann týdningarmiklasti dagurin í árinum. Eg ferðist sera nógv, men eg royni altíð at leggja ferðirnar soleiðis, at eg kann vera heima í Føroyum á Ólavsøku,? sigur Ivan.

?Eg havi átt føroysk klæði í átta ár. Fyri at vera heilt erligur, so hevði eg ikki tímað at farið á ólavsøku uttan tey føroysku klæðini. Eg hevði følt meg illa,? sigur Ivan

?Tey føroysku klæðini eru heilt serlig. Man finnur ongastaðnis ein slíkan tjóðarbúna, ið so stórur prosentpartur av fólkinum eigur. Haraftrat gera tey føroysku klæðini fólk vakrari,? sigur Ivan flennandi

?Í fjør var eg burturstaddur á ólavsøkuni. Tá skrivaði eg á Facebook, at tað var síðsta ólavsøkan, sum eg misti. Vónandi fer tað lyftið at halda,? sigur ein ólavsøkuglaður Ivan.