Facebook mennir børn

Kanningar í USA vísa, at tað er mennandi fyri børn og ung at sita frammanfyri telduskíggjanum Facebook, messenger, spøl á netinum og so framvegis, eru - saman við fartelefonini ? ein týðandi partur av menningini hjá børnum og ungum.

Tað er tískil ein misskiljing, at tað bert er tíðarspilla at sita á frammanfyri telduskíggjan.

Kanningin er gjørd yvir trý ár, og 800 børn og ung eru við í kanningini.

Í kanningini kemur millum annað fram, at tekniska vitanin og sosiala vitanin, ið eru alsamt meira viðkomandi í heiminum í dag, verða stórliga ment av at sita á netinum.

Kanningin vísir eisini, at børnini mest nýta Facebook og Messenger til at halda samband við vinirnar í veruliga heiminum, men eisini læra tey nýggj fólk at kenna, ið hava somu áhugamál sum tey.

Sambært kanningini er tað eisini soleiðis, at børnini hava ein trupulleika við skúlanum, tí hann ikki er førir fyri at fylgja við nýggju tíðini.

- Tað er umráðandi, at skúlarnir megna at fylgja við teknisku menningini, tí tað gongur so skjótt fyri seg í digitala heiminum, siga vísindafólkini aftanfyri kanningina.

Hetta er helst ein kanning foreldur fara at hata og børnini at elska, skrivar www.berlinske.dk