Facebook kveikt nýtt lív í orðaskiftið

Facebook hevur blást nýtt lív í almenna danska kjakið. Tað eru nú fleiri luttakarar, øðrvísi sjónarmið koma fram, men góðskan er ofta spýggilig, halda danskir serfrøðingar

Almenna kjakið í Danmark er livnað upp aftur. Tað eru danskir serfrøðingar á einum máli um. Danmarks Radio hevur varpað ljós á nýggja rákið við orðaskiftinum á samskiftismiðlunum.

- Tá tíðin fór frá fólkafundum í samkomuhúsum og í politiskum flokkum var samstundis eingin pallur, sum kundi hýsa almenna orðaskiftinum, har øll kundu luttaka. Við sosialu netmiðlunum eru tað bæði høg og lág sum taka lut, og kjakið blómar, sigur Mark Ørsten, lektari við stovnin fyri kommunikation á Roskilde Universitet, við DR.

Peter Nedergaard er professari við stovnin fyri stjórnmálafrøði á Københavns universitet. Samfelagskjakið er sera umráðandi fyri fólkaræðið, og hetta er rákið er bara stimbrandi, heldur hann.

- Danska fatanin av einum vælvirkandi demokratii er, tá luttøkan er stór. Tað bilar ikki, at øll sjónarmiðini eru umhugsaði. Eitt fólkaræði skal rúma øllum, sigur Peter Nedergaard við DR.

Kjakstøðið er lágt
Tað eru kortini ikki øll, sum taka undir við, at økta kjakluttøkan er góð.

- Góðskan er ofta spýggilig. Har er einki tollyndi og eingin hugur at lurta eftir grundgevingunum hjá øðrum kjakarum. Tað ræður bara um at kasta lortaspannir eftir hvør øðrum, heldur Erik Albæl, professari á Syddansk Universitet, fyri í viðtalu við DR.

Fleiri bloggarar taka undir við hesum sjónarmiðnum.

- Tónalagið er rátt og háðandi. Fleiri kjakarar setast aftur at geva síni sjónarmið til kennar, tí viðmerkingarnar eru so tápuligar, sigur Anne Sophia Hermansen við MetroExpress.