Tá føroyingar eru inni á teirra persónliga profili á Facebook, lata teir samstundis dyrnar upp til dreymaland hjá teldusníkum, um teir ikki ansa sær nóg væl Á sosiala netkervinum Facebook samskifta føroyingar við vinir, familju og kenningar. Men samstundis er Facebook eisini dreymaland hjá teldusníkum.
Tann tekniska frágreiðingin er tann, at Facebook og YouTube nýta forrit so sum Quicktime, Flash og Windows Media Player, sum eru ókeypis at taka niður av alnótini. Hesi forritini verða nýtt, tá teldan skal vísa tað skemtilig videobrotið, sum Facebook-vinurin hjá tær júst hevur sent tær. Hetta skrivar Berlingske Tidende á heimasíðu sínari.
- Gjøgnum tey seinastu árini eru teir kriminellu teldusníkarnir farnir at nýta veikleikarnar í hesum forritum, sum ikki verða dagførd við jøvnum millumbili. Hetta merkir, at nógv fólk reelt hava eldri og minni tryggar útgávur av forritinum liggjandi á telduni, sigur tekniski stjórin á donsku kt-trygdarfyritøkuni Secunia, Thomas Kristensen, við BT.
Hann greiðir eisini frá, at teir kriminellu hava funnið útav at útnytta álitið, sum vanliga fólkið hevur á Facebook.
- Um tú trýstir á eina leinkju, sum ein vinur ella onkur í familjuni hevur sent tær, kanst tú líka so væl enda á til dømis einari heimasíðu, sum teir professionellu teldusníkarnir stýra. Teir kunnu tá, gjøgnum veikleikar í forritinum hjá tær, leggja eina kodu á telduna hjá tær, soleiðs at teir kunnu síggja alt tað, sum tú ger. Teir kunnu einfalt nokk taka ræðið á telduni. Og tá hava teir so atgongd til teldupostar, netbankan og alt annað á telduni hjá tær, greiðir Thomas Kristiansen frá fyri BT.