Facebook-eigari letur hálva milliard

Heimsins yngsti milliarderur, 26 ára gamli grundleggjarin av Facebook, Mark Zuckerberg, ætlar at lata stóran part av ogn sínari til vælgerandi endamál. Orsøkin er, at Zuckerberg er vorðin limur av einum bólki, ið rópar seg »Giving Pledge«. Tað er Bill Gates, sum rekur bólkin, ið telur nógvar ríkmenn.

Hesa søgu ber Jyllands-Posten, sum endurgevur The Wallstreet Journal.

 

Eitt av krøvunum fyri at verða innlimaður í »Giving Pledge«, er, at tú alment boðar váttar, at ynskir at lata ogn tína burtur. Tað var júst nakað av hesum, Mark Zuckerberg boðaði frá, tá hann vitjaði talkshowið hjá Oprah Winfrey fyrr í ár. Har segði hann, at hann fór at lata ein hálva milliard krónur til fólkaskúlarnar í Newark í USA.

 

Stóra amerikanska tíðarriti Forbes metir, at Mark Zuckerberg eigur umleið 35 milliardir krónur. Tó ikki í reiðum peningi, men við tað at hann grundlegði Facebook og eigur stóran part av fyritøkuni í dag.