Facebook bleiv ein marra

Hon segði ja til eina vinarumbøn, hóast hon ikki visti, hvør persónurin var. Hareftir byrjaði Facebook-marran hjá 26 ára gomlu Lisu í Dali, sum heitir á øll um at ansa sær, tá tey brúka Facebook og aðrar sosialar miðlar

Hvørja ferð havnargentan Lisa Í Dali loggar á Facebook, er hon bangin fyri at síggja óynsktar vinarumbønir og gerast varug við falskar vangamyndir av sær sjálvari.

- Eg skuldi ongantíð havt sagt ja til vinarumbønina frá hasari har Emmu, tí tá eg hevði gjørt tað, byrjaði henda marran. Tað sigur Lisa í Dali, sum í skjótt tvey ár hevur upplivað, at onkur stovnar falskar vangamyndir av henni á Facebook og umvegis teldupost setir seg í samband við familju og vinir hjá Lisu. Persónurin handan følsku vangamyndirnar sendir vinarumbøn frá fiktivum persónum fyri at savna saman informatiónir, sum síðan kunnu brúkast, tá persónurin skal stovna ein falska vangamynd.


Emma sendi vinarumbøn

Tað byrjaði ein dagin í november fyri skjótt tveimum árum síðan, tá Lisa fær ein teldupost umvegis Facebook frá eini fiktivari gentu, sum kallar seg Emma. Hetta er bert eitt dømi um tær mongu vinarumbønirnar, sum Lisa hevur fingið frá fiktivum persónum.

- Henda Emma spyr í teldupostinum, um vit báðar ikki hava gingið á sama skúla yviri í Amerika, og hon sendir mær eisini eina vinarumbøn, greiðir Lisa frá. Í 2008 gekk Lisa á Wichita University í Kansas, og hóast hon ikki kendist aftur við gentuna á vangamyndini hjá Emmu, játtaði hon vinarumbønina.

- Eg hugsaði bara, at sjálvandi kundu vit vera Facebook vinir, hóast eg ikki kundi minnast hana, tí eg møtti jú eini rúgvu av fólki tað árið, eg búði og gekk í skúla í Amerika, sigur Lisa. Men skjótt byrjaði Lisa at leggja merki til, at alt ikki var, sum tað skuldi vera, tí Emma sendi henni nógvar og til tíðir óviðkomandi spurningar. Eisini segði hon seg kenna damuna hjá fyrrverandi amerikanska sjeikinum hjá Lisu.

- Hon skuldi koma bæði til Danmarkar og Føroya og spurdi, um eg kundi vísa sær runt í Føroyum, greiðir Lisa frá. Sambært Lisu er tað vanligt, at persónurin handan vinarumbøninar hjá fiktivum persónum, roynir at gera seg væl við ein og vísir á, at mann hevur okkurt í felag. Sambært vangamyndini hjá fiktivu Emmu kom hon til Føroya at ferðast, men tað bar ongantíð til hjá henni at hitta Lisu. Eina tíð aftaná bleiv vangamyndin óvirkin. Lisa fann ongantíð útav, júst hvør Emma var, tí hon kundi framvegis ikki minnast hana frá skúlanum í Kansas. Tá Lisa so fekk at vita frá nýggju damuni hjá fyrrverandi sjeikinum, at fiktiva Emma var deyð undir ferðini í Føroyum, visti Lisa millum annað við at spyrja løgregluna um deyðsfallið í Føroyum, at Emma als ikki var ein verulig genta.


Sá falska vangamynd

Stutt aftaná verður Lisa varug við eina falska Facebook vangamynd av sær sjálvari.

- Eg sá, at fleiri av mínum vinfólkum vóru vinir við hesa nýggju vangamyndina. Eisini lógu nógvar myndir av mær inni á síðuni. Onkrar av myndunum hevði eg ongantíð sjálv sæð. Á vegginum var okkurt skrivað á bæði enskum og føroyskum, sigur Lisa, sum alt fyri eitt skrivaði á veggin á síni egnu vangamynd, at hon als einki hevði við nýggju vangamyndina at gera. Tað var tó serliga ein leinkja inni á følsku vangamyndini, sum gjørdi hana kløkka.

- Á vegginum á følsku vangamyndini var ein leinkja til mína MySpace síðu. Har sá eg myndir av mær sjálvari, frá tá eg hevði verið og ferðast, millum annað skifti eg klæðir á onkrari mynd, og so var tekstur skrivaður til fleiri av myndunum, greiðir Lisa frá. Onkrar av myndunum kendi Lisa aftur, tí tað vóru myndir, sum fyrrverandi sjeikurin hevði liggjandi á síni teldu heima.

- Tá byrjaði eg at hugsa, hvør tað kundi vera. Eg havi nøkur boð, men eg fái ikki prógvað nakað, sum nú er. Tað er í hvussu so er ikki ein føroyingur ella danskari, tí stavsetingin á føroyskum og donskum er óvanliga vánalig, sigur Lisa, sum hevur rapporterað til bæði Facebook og MySpace og víst á følsku vangamyndirnar.

- Á MySpace bleiv eg sett í samband við eitt av starvsfólkunum, og so bleiv alt slettað alt fyri eitt, men verri hevur verið við Facebook. Har útfylli eg nøkur pappír á netinum og sendi tað til Facebook. Nakrar dagar seinni verður falska vangamyndin slettað, men eina tíð aftaná er aftur ein nýggj følsk vangamynd í umfar.


Er varin á Facebook

Afturat følsku vangamyndunum av sær sjálvari og vinarumbønunum frá følskum vangamyndum, verða løgnir teldupostar sendir frá eini teldupostadressu, sum Lisa tí ikki nýtir longur.

- Teldurpostar verða javnan sendir til míni vinfólk í Føroyum og eisini til fyrrverandi sjeikin í Amerika og hansara familju. Tað er ótrúliga óbehagligt og irriterandi, sigur Lisa, sum heldur seg hava gjørt tað, hon kann, fyri at steðga áganginum móti sær.

- Í byrjanini brúkti eg nógva tíð og orku upp á at hugsa, hvør ger hetta, hvar er viðkomandi, hví júst eg, og hvussu ber viðkomandi seg at við at stovna falskar vangamyndir og so framvegis. Nú royni eg bara at góðtaka støðuna fyri at hava ein vanligan gerandisdag, sigur Lisa. Nú ger hon alt, hon kann, fyri at verja seg á Facebook.

- Eg hyggi væl eftir myndum, felags vinum og og hvat stendur á vegginum hjá tí persóninum, sum sendir mær vinarumbøn. Um eg til dømis ikki síggi klárar andlitsmyndir ella annað, ið tryggjar, at persónurin er tann, viðkomandi sigur seg vera, játti eg ikki vinarumbønini, sigur Lisa. Eisini plagar hon við jøvnum millumbilum at broyta loyniorð til tær ymsu síðurnar á internetinum, sum krevja at tú nýtir eitt loyniorð.

- Vónandi kann onkur hjálpa mær og steðga áganginum, eg havi livað við í skjótt tvey ár, sigur Lisa.