Nógv hevur verið tosað um týdningin, sum sosialu internetmiðlarnir hava í valstríðnum til Fólkatingið. Valevni skriva og samskifta á Facebook og Twitter, og veljararnir kunnu svara ella kjakast við valevnini.
Men ein serfrøðingur í vali heldur, at sosialu miðlarnir hava sera avmarkaða ávirkan á valúrslitið.
- Politikararnir tosa til eina sera lítlan part av fólkinum á Facebook og Twitter, og tey, sum politikararnir tosa við, eru frammanundan áhugað í politikki og eru umvend, sigur Kasper Møller Hansen, professari á Københavns Universiteti, við Jyllands-Posten.










