Facebook avdúkar X-Factor

Ekstra Blaðið hevur út frá Facebook fan-síðunum hjá teimum ymsu luttakarunum í X-factor avdúkað hvør verður sendur úr kappingini, og hvør vinnur kappingina.

 

Og sum vera man vísti fan síðan hjá Phuong og Rasmus, at fægst fólk hava ”dáma” teirra síðu – og tað vóru júst hesi bæði, sum vóru send til hús í X-Factor í kvøld.

 

Løgna verkætlanin hjá Blachman megnaði ikki at fáa nóg stóra undirtøku frá danskarum í kvøld. Og á Facebook er heldur ikki stórur áhugi fyri teimum. Sambært eb.dk hava einans 431 ”dáma” tey, meðan Morten Benjamin er ”dámdur” heili 1706 ferðir.

 

Sambært eb.dk og Facebook, so vera tað Ida, Line og Morten Benjamin, sum enda í finaluni, meðan føroyski Sveinur Gaard Olsen rýkur út sum nummar fýra.

 

Les greinina her:

ekstrabladet.dk/flash/filmogtv/tv/article1706694.ece