Hóast tað als ikki er nakað trygt barometur, so hevur Facebook kortini eitt boð uppá hvør endar í finaluni og hvør verður sendur til hús áðrenn.
Ekstra Blaðið hevur nýtt Facebook fjepparasíður til at meta um hvør endar í finaluni, og hvør verður sendur til hús áðrenn.
Men óvæntaða úrslitið seinasta fríggjadag hevur broytt støðuna nakað, og sigast má, at Facebook í øllum førum gitti skeivt í seinastu viku.
Tað er soleiðis, at eb.dk fylgir við hvussu nógvir fjepparar hava dámað síðurnar hjá X-Factor luttakarunum, og út frá hesum ger eb.dk eina meting av hvør helst endar í finaluni.
Sum støðan er nú, er Ida klárt á odda við yvir 10.000 fjepparum. Morten Benjamin og Sveinur hava áleið 7500 fjepparum, meðan Line hevur áleið 3700, og Nicoline Simone & Jean Michel einans hava áleið 1600.
Útfrá hesum tølum kann sigast, at tað sær út til, at Sveinur, Morten Benjamin og Ida enda í finaluni.