Facebook: Atkvøddu um navn á barni

Ein mamma úr Kanada skipaði fyri atkvøðugreiðslu á Facebook, tá hon skuldi navngeva barn sítt. Mamman ynskti at barnið skuldi hava eitt serligt navn, og skipaði tískil fyri eitt slag av navnakapping.

 

Í fyrstu atløgu tók hon í móti uppskotum, og síðani skipaði hon fyri atkvøðugreiðslu um innkomnu uppskotini. Tað skrivar alive.dk, sum er ein donsk heimasíðu, ið leggur seg eftir at hava tíðindi til kvinnur.

 

Mamman, Rommy Alpinelli, sum er arbeiddi sum vikar á einum skúla, fekk hugskotið, tá hon undirvísti í ymsu flokkunum. Sambært henni vóru dømi um, at tríggir ella fýra næmingar í sama flokki høvdu sama navn. Tað helt hon ikki vera stuttligt, eins og tað heldur ikki kundi vera lætt hjá næmingunum, metti hon. Tískil var tað hennara ynski, at dótturin fekk eitt serligt navn.

 

Alive.dk skrivar, at Parsia og Willow vóru tvey nøvn, sum taldust millum mongu uppskotini. Men flestar atkvøður fekk navnið Melania, sum 2860 fólk høvdu atkvøtt fyri. Tað var tó ein sera jøvn kapping, skilst, tí nummar tvey fekk bara níggju atkvøður færri. Tað var navnið Aria - sama navn, sum tónleikabólkurin hjá Jógvan Hansen hevði.