Fabregas vil ongan veg

Tað hevur ljóðað, at Real Madrid vil hava fatur á spanska stórtalentinum hjá Arsenal, Cesc Fabregas.

Nú sigur Fabregas, at tosað hevur verið við spanska stórfelagið, men at hann ikki ætlar sær nakran veg.

- Eg eri takksamur mótvegis Real Madrid, og tað er ein æra, at eitt slíkt felag vil hava meg. Men eftir at Henry er farin til Barcelona, vildi eg ikki eisini fara. Hetta er nakað, sum eg havi tosað við Arsene Wenger um, og mín støða er greið. Eg eri bara 20 ár, og í løtuni vil eg bara njóta fótbóltin og royna at betra meg annars, sigur Cesc Fabregas, sum barnaárini spældi í Barcelona.