Fabregas sigur seg vera ósekan

- Eg nokti fyri, at eg havi spýtt á nakran, og eg skilji ikki hví Hull kemur við slíkum ákærum ímóti mær. Eg havi aldrin spýtt á nakran í mínum lívi. Tað er ein ræðuligur ósiður at spýta, so hví skuldi eg gjørt slíkt aftaná ein fótbóltsdyst? Eg kann lova, at eg havi ikki gjørt nakað skeivt, undirstrikar Arsenal-spælarin, Cesc Fabregas yvirfyri bretskum miðlum, og vísur hann soleiðis aftur, at hann hevur spýtt á hjálparvenjaran hjá Hull, Brian Horton.

 

Venjarin hjá Hull, Phil Brown var ikki bara óður inn á Cesc Fabregas, aftaná FA Cup fjórðingsfinaluna ígjár. Arsenal-venjarin, Arsene Wenger fær eisini toyggið: - Tá tað kemur til Wenger, so gevur hann mær ongantíð hondina. Møguliga er hann harmur um, at vit vunnu á teimum, seinast vit spældu her?

 

Arsene Wenger verjir seg við at siga: - tá ein dystur er liðugur, so standi eg klárur fyri at kunna heilsa uppá venjaran hjá mótstøðuliðnum. Men tá hann ikki kom, so valdi eg at fara inn í skiftingarrúmið. Sjálvandi kann eg heilsa uppá Brown, staðfestir Wenger.

 

Fabregas sigur seg skilja, at Brown er harmur um tapið ígjár, men skilur ikki, hví tað skal ganga út yvir seg. - Eg veit ikki eingong hvør er hjálparvenjari hjá Hull, ella hvussu hann sær út. Eg havi júst frætt, at Hull fer at senda eina frágreiðing til enska fótbóltssambandið, men eg ætli mær at taka tað róligt. Eg havi nevnliga einki at fjala, tað kom ikki ein dropi úr munni mínum. Tað eri eg fullvísur í, sigur Fabregas.