Fabregas er ikki bangin fyri AC Milan

Arsenal leikti 0-0 heima ímóti AC Milan. Tað merkir so, at við javnleikum, so sum 1-1 og 2-2 vinna Gunners seg víðari í fjórðingsfinaluna í Champions League-kappingini við útivallarmálum. Cesc Fabregas undirstrikar, at hann og liðfelagarnir ætla at halda fast við tann offensiva spælistílin hjá Arsenal: ?Vit eru ungir, men vit eru ikki bangnir fyri Milan, og vit fara at spæla okkara spæl. Tey sum hava sæð okkum vita - óansæð um vit tapa ella vinna - so leggja vit okkum ongantíð aftur at verja. Vit vilja altíð leypa á. Vit átaka okkum hendan vágan í Arsenal, sjálvt um tað merkir, at vit onkuntíð leika javnt ella tapa. Men okkum dámar at leypa á, og øll fótbóltsviðhaldsfólk áttu at verið stolt av liðum, sum Arsenal, sum altíð vil spæla fótbólt, og ikki leggja seg aftur at verja. Vit leika ímóti Milan, sum hevur vunnið nógv. Tað verður spennandi at síggja hvat aftursvar teir fara at hava til okkara offensiva spælistíl. Spæla vit upp til okkara besta, so vænti eg, at vit kunnu gera tað óvæntaða.?