Í døgunum 9. til 13. januar er FabLab Vágur vertur fyri einum FabLab bootcamp, har umboð fyri FabLab í norðurlondum luttaka.
Hetta skrivar Vágs kommuna á vagur.fo.
Hvørt ár í januar mánað verður skipað fyri einum bootcampi fyri LabLabs í norðurlondum og í ár er FabLab Vágur vertur. Endamálið við hesum bootcamp er at styrkja um samstarv, netverka, at býta vitan og at fáa altjóða samstørv í lag.
Í fimm dagar verður skipað fyri verkstovum, framløgum, opnum FabLab, árliga fundinum og samankomsti í Vági. Á bootcampinum í ár er evnið at endurskapa nýtt úr náttúrligum og lokalum tilfari. Luttakararnir á bootcampinum fara at arbeiða við m.a. ull og hornum, og mentan og list. Tilfar sum fyrr varð nýtt dagliga, men í dag verður størsti parturin av hesum burturbeindur. Tankin er at luttakararnir frameftir kunnu arbeiða við hesum tilfari í ymiskum samanhangum.
-Verturin fyri bootcamparnar verður valdur árið fyri. Her leggur hvørt FabLab fram og eftirfylgjandi atkvøða leiðararnir fyri FabLabini, hvør hevði mest áhugaverdu framløguna. Og í fjør varð FabLab Vágur stóri vinnarin, sigur Tina Tausen, leiðari í FabLab Vágur.
Sum nakað serligt, so sleppa luttakararnir at royna Føroya einasta escape room, sum FabLab Vágur hevur ment saman við Navid O’Lari úr Belgia. Navid hevur í tveimum umførum vitjað FabLab Vágur í 2022 og luttekur eisini á bootcampinum sum serligur gestur.
Íalt verða 30 luttakarar, harav nakrir lærarar úr Vágs skúla luttaka. Tey luttakandi koma úr Danmark, Íslandi, Finnlandi, Svøríki og Føroyum.