Fáar umsóknir vekir stúran

Meðan Føroya Lærarafelag kann gleðast um, at fleiri umsóknir eru komnar til læraraútbúgvingina í ár samanborið við í fjør, vekir støðugt minkandi umsóknartalið til somu útbúgving í Danmark stúran hjá danska systurfelagnum. 

 

Hetta skrivar Skúlablaðið á netium.

 

Sjey prosent færri hava søkt inn á læraraútbúgvingina í Danmark í ár, samanborið við í fjør, og gongdin sær út til at ganga støðugt skeiva vegin. Í ár hava 2.387 søkt um pláss á læraraútbúgvingini sum fyrsta val, meðan talið í fjør var 2.580.

 

”Tað er ógviliga stúrandi fyri fólkaskúlan og samfelagið. Umleið fimti hvør, sum undirvísir í fólkaskúlanum, er ikki útbúgvin lærari. Tað er sera álvarsamt, tá ið vit hugsa um úrtøkuna hjá næmingunum av undirvísingini og læringini. Tað mugu vit sum samfelag taka í størsta álvara,” sigur Niels Jørgen Jensen, næstformaður í danska lærarafelagnum í tíðindaskrivi.

 

Hetta skrivar Skúlablaðið millum annað. Meira sæst her: Fáar umsóknir vekir stúran (skulabladid.fo)