Fáar línulandingar í komandi viku

Eitt ella møguliga tvey línuskip koma inn at landa mánadagin

Eitt ella møguliga tvey línuskip koma inn at landa mánadagin. Skipini hava mest av longu, toski og nakað av brosmu og hýsu.

 

- Ivasamt er, hvussu verður seinni í vikuni, men tað kann verða, at okkurt línuskip aftrat kemur inn at landa.

 

Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at eitt línuskip fiskar við Rockall, tvey skip eru á Íslandsrygginum og eitt vestanfyri.

 

- Hesi skipini fiska mest tosk, longu og nakað av brosmu og skøtu.

 

Tvey frystilínuskip eru eisini til fiskiskap.

 

- Streymurin verður harður fyrst í vikuni, men batnar, sum vikan gongur. Veðrið verður gott, so helst verður nakað av útróðri, sigur Fiskamarknaður Føroya.