Landsstýrið arbeiðir við uppskoti um løgtingslóg um afturbering av útreiðslum til frilmsframleiðslu í Føroyum.
Endamálið við uppskotinum er at menna føroyska filmsvinnu við at seta í verk eina afturberingarskipan, ið eggjar útlendskum filmsframleiðarum at koma til Føroyar at taka filmar upp.
Sambært lógaruppskotinum eru tað bert útreiðslur, sum eru rindaðar í Føroyum, og sum kunnu dragast frá sambært løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, ið eru grundarlag undir útrokning av afturberingini.