Fáa nýggjan leiðara

Hon hevur góðan kunnleika til hjálpararbeiði

Myndin av nýggja leiðaranum er frá Reyða Krossi

Í áðni skrivaðu vit, at dagligi leiðarin á Reyða Krossi, Bárður Atlason Ísheim, nú skal verða aðalskrivari í Megd. Tað merkir, at Reyði Krossur skal hava nýggjan dagligan leiðara.  Og tað hava tey longu fingið, tí 1. juni tekur Sigrið Zachariasen við sum dagligur leiðari hjá Reyða Krossi Føroya.

 

Sigrið hevur útbúgving í sosiologi frá universitetinum í Aberdeen og hesi seinastu árini hevur hon verið samskipari hjá Reyða Krossi. Sostatt hevur hon hollar royndir, og góðan kunnleika, til sjálvboðið arbeiði, og starvsøkið, hjá Reyða Krossi, sigur felagsskapurin á Facebook.

 

Myndin av nýggja leiðaranum er frá Reyða Krossi