Fáa nú eykaløn fyri at passa fólk við koronu

Á summum ellis- og røktarheimum, sum eru rakt av koronu, fær starvsfólki nú eina serliga viðbót fyri vandamikið arbeiði

Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, hevur eina inniliga áheitan

Korona herjar aftur nú, og tað hevur eisini rakt nøkur ellisheim og røktarheim kring landið. Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum sigur, at summastaðni eru arbeiðsgevararnir nú farnir at geva starvsfólkunum á hesum heimunum eina eykaløn, eitt vandaískoyti. Hon veit, at onkra staðni er hetta vandaískoytið ein eykaløn upp á 500 krónur um dagin.

 

Forkvinnan sigur, at hetta hava arbeiðsgevararnir gjørt av sínum eintingum, tí tað er ikki nakað krav eftir sáttmálanum. Men nú heitir hon inniliga á allar arbeiðsgevarar á hesum øki, bæði Almannaverkið og kommunurnar, sum at gera tað sama.

 

Hon vísir á, at á teimum heimum, sum eru rakt av koronu, hevur starvsfólkið eina heilt serliga avbjóðing, tí fyri at forða fyri, at fleiri verða smitta, arbeiða tey í verndarútgerð av øllum handa slagi.

 

Tað er tungt og tvørligt, men tey seta eisini seg sjálvi í vanda fyri at verða smittað við koronu.

 

– Hetta er ikki nakað, vit hava krav upp á, men tað er ein innilig áheitan frá Heilsuhálparafelagnum um at øll starvsfólk á hesum øki, fáa eina vandaviðbót, sigur Mary Antonsdóttir.

 

Í fjør nevndi formaðurin í Pedagogfelagnum hetta sama upp á mál, men tá varð hann mest sum jarðlagdur av atfinningum fyri tað.

 

Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, hevur eina inniliga áheitan