Nú Løgtingið viðger fíggjarætkanina fyri ár, hevur Reyði Krossur heitt á politikarar um at taka málið upp um at lata felagsskapinum eina hægri játtan.
Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi, Mary-Ann Thomsen, kassameistara og dagliga leiðararin, Sigrið Zachariasen, vísa á, at í nógv ár hevur upphæddin, Reyði Krossur fær á fíggjarlógini, verið 350.000 krónur.
– Vit meta tó, at felagsskapurin hevur fingið ein meir størri leiklut í samfelagnum seinastu árini, siga tey.
Her hugsa tey um koronu, har Reyði Krossur bjóðaði sálarliga ráðgeving, koyring til og frá heimauppihaldi, vegleiðing til vitjandi á Landssjúkrahúsinum og telefonráðgeving til fólk í sóttarhaldi.
Tey hugsa eisini um, at vit hava fingið flóttafólk til Føroya, har Reyði Krossur rekur Flóttamóttøkuhúsið og veitir hjálp og stuðul ígjøgnum Flóttahjálpina, umframt annað
Og tey hugsa eisini um, at sum heild er virksemið økt á næstan øllum økjum. Eitt nú er talið á umbønum til Mat- og Klædnahjálpina tvífaldað í fjør sammet við 2021.
Og samstundis er eisini ein vaksandi áhugi kring alt landið fyri Vitjanartænastuni og fyri integratiónsarbeiðnum, so sum Familjuleguni, Reyða Kross Vinum og Málkafé.
– Grundarsteinurin undir øllum arbeiðinum er sjálvboðin orka. Men fyri at kunna veita trygd fyri sjálvbodnu tænastunum, varðveita førleikarnar og viðlíkahalda tilbúgvingina, er tað neyðugt at hava eina álítandi umsiting, sum er krummtappurin undir øllum.
– Og hóast Reyði Krossur javnan fær stuðulsgávur frá fyritøkum og fólki í Føroyum, eru tær markaðar til ávís endamál og kunnu ikki nýtast til umsiting.
– Mett verður, at í ár fer umsitingin, við skrivstovuhaldi, bygningsútreiðslum, bili, og øðrum, at kosta yvir tvær milliónir.
– Fyri at fíggja hetta taka vit 7,5 prosent av stuðulsgávum, og inntøkum frá endurnýtsluhandlum, fyrstuhjálparskeiðum og øðrum, umframt at játtanin á fíggjarlógini verður brúkt til tað, sigur Reyði Krossur.
– Tíverri er hetta ikki nóg mikið, og vit mugu sostatt ásanna, at vit ikki kunnu veita vissu fyri, hvat virksemi verður í framtíðini, leggur felagsskapurin afturat, siga tey.
Tey siga, at hevði Reyði Krossur fingið eina millión á fíggjarlógini, kundu vit tryggjað eina umsiting, sum er bæði góð og framtíðartryggjað, sigur felagsskapurin.
Og so høvdu tey ikki verið noydd at brúka av innrtøkunum til tað, og so kundu tær eisini farið til hjálpararbeiðið í Føroyum og aðrastaðni, leggja tey afturat.










