Í Sunda Kommunu manglar ein býráðslimur. Tveir av føstu býráðslimunum og tveir av eykalimunum í Sunda Kommunu eru farin av landinum at arbeiða, og tískil er til tíðir trupult at manna býráðið.
Í Sunda Kommunu høvdu tey bert ein lista til seinasta val. Á tí listanum vóru 14 fólk,og av hesum vóru 11 vald inn í býráðið.
Men síðani seinasta val hava tveir av føstu býráðslimunum fingið starv uttanlands, og tískil eru tey mangan ikki til taks, tá ið fundir eru á skránni. Tí hevur verið neyðugt at kalla inn eykalimir til býráðsfundirnar. Men tveir av eykalimunum eru eisini fluttir av landinum, og tað viðførir, at eingin er at taka við sessunum hjá føstu býráðslimunum.
Sostatt hava tey í Sunda Kommunu ein óloysiligan trupulleika, og hava tey á onkrum fundi einans verið 10 fólk ístaðin fyri 11.
Men Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda Kommunu sigur, at tey royna sum frægast at leggja býráðsfundir soleiðis fyri, at onkur av føstu ella eykalimunum, sum arbeiða uttanlands, fáa verið við.