Fáa gøtuljósini at lýsa aftur sum skjótast

Vegastrekkið í landinum, har eina mest ferðsla er, hevur ligið í bølamyrki í tvey samdøgur

Hendan myndin sigur ikki so nógv. Og tó, tí hetta er útsýnið á tí vegastrekkinum í landinum við eina mest ferðslu, bæði av bilum og fólki.

 

Nú í tvey samdøgur, hevur ein stórur partur av Hvítanesvegnum mitt í Hoyvík, ligið í bølamyrki, tí at gøtuljósini hava ikki lýst.

 

Heilt frá Ringvegnum og í øllum førum niðan um Mannbrekku, hava gøtuljósini ikki lýst og tað hevur verið til stórt fortreð hjá bilum og fólki.

 

Hetta er høvuðsferðsluæðrin í Havnini og allir bilar, sum koyra til og úr Havnini, koyra hendan vegin.

 

Umframt at tað koyra rættiliga nógvir bilar har, eru eisini steðgipláss til bussar á teininum, serliga um morgnarnar og seinnapartar eru bussarnir rokaðir við fólki í sambandi við Studentaskúlan í Hoydølum.

 

Viggo Christiansen, sum hevur gøtuljósini í Tórshavnar Kommunu um hendi, sigur, at tey eru ikki varug við brekið, men at tey nú fara at kanna tað alt fyri eitt við tí fyri eyga at rætta tað.

 

Hann sigur, at eingin hevur boðað frá brekinum, men at tey syrgja fyri, at tað lýsur aftur í kvøld.