Fáa 75.000 krónur um mánaðin frá Framherja

Hvørt starvsfólk hjá Framherja tjenti í meðal 75.000 krónur um mánaðin í 2014.

 

Tað vísir greining í Vinnuni, sum er serblað í Sosialinum, sum kom í gjár.

 

Samlaði lønarkostnaðurin hjá samtakinum hjá Framherja var 96 milljónir krónur í 2014. Hetta svarar til 32 prosent av samlaðu søluni.

 

Framherji hevði 106 fólk í starvi í 2014, so meðal mánaðarlønin hjá hvørjum starvsfólki var 75.000 krónur í 2014.

 

Verður hugt fyri seinastu fimm árini, so hevur Framherji havt ímillum 100 og 120 fólk í starvi, og árligi lønarkostnaðurin hevur ligið ímillum 80 og 106 milljónir krónur. Hetta svarar til, at meðallønin hjá hvørjum starvsfólki hevur ligið ímillum 66.000 og 75.000 krónur hvønn mánað øll árini frá 2010 til 2014.

 

VINNAN er eykablað í mánadagsSosialinum, sum fæst kring landið. Blaðið kann eisini keypast á sos.fo