663 milliónir!
Tað verður danska ríkisveitingin til Føroya í 2016.
Tað eru 47,5 milliónir meiri enn hon var í 2011, tá ið hendan samgongan tók við.
Tá varð eitt av aðalmálunum hjá Samgonguni at fáa ríkisveitingina hækkaða og sjálv droymdu tey í samgonguni um, at ríkisveitingin skuldi hækkað útvið 200 milliónir um árið.
Øll árini frá 2002 til 2011 var ríkisveitingin annars óbroytt, 615,5 milliónir krónur um árið.
Ætlanin hjá samgonguni at fara aftur til 2002 og fáa ríkisveitingina dagførda frá tá, men tað kveistraði danska stjórnin av borðinum.
Ístaðin samdust landsstýrið og danska stjórnin um at prístalsviðgera ríkisveitingina frá 2011 at rokna.
Tað førdi til, at í fjør hækkaði ríkisveitingin upp á 624,1 millión krónur og í ár hækkaði hon upp í 632,2 milliónir.
Í sambandi við at fíggjarlógin fyri næsta ár er løgd fyri Løgtingið, verður upplýst, at landsstýrið hevur lagt upp til eina trý ára avtalu við donsku stjónina um at prístalsviðgera ríkisveitingina hesi næstu trý árini eisini, altso í 2014, 2015 og 2016.
Hetta skal gerast eftir sama leisti sum hon varð prístalsviðgjørd í 2012 og 2013.
Løgtingsval verður í seinasta lagi á heysti í 2015 og sostatt ætlar hendan samgongan at gera avtalu um ríkisveitingina upp á nakkan á næstu samgongu eisini.
Danska fíggjarmálaráðið metir, at talan verður um eina hækking á 0,5 prosent í 2014, 2,1 prosent í 2015 og 2,2 prosent í 2016.
Mett verður sostatt, at veitingin fer at hækka upp í 635,4 millióniŕ krónur í 2014, upp í 648,7 milliónir krónur í 2015 og upp í 663 milliónir krónur í 2016.










