Fáa 3,5% 4,2% og 4,75 % í lønarhækking

Semja er gjørd við Fysioterapeutfelag Føroya og Ergoterapeutfelagið

Semja er gjørd millum Fysioterapeutfelag Føroya og Ergoterapeutfelagið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin.

 

Semjan byggir á ein karm, sum fyrst árið er 3,5%, næsta árið er 4,2% og síðsta árið er 4,75%.

 

Nakrar broytingar eru gjørdar í sáttmálanum og semjan kann lesast her.