Í gjár gjørdi løgreglan ferðslukanningar í meginøkinum og heldur ikki hesa ferð fóru løgreglufólkini tómhent til húsar aftur. Løgreglan sigur, at í gjárkvøldið varð ein bilførari tikin í Havn og hann er skuldsettur fyri at koyra við kenning. Hann hevði verið á matstovu og illgruni er um, at hann hevur drukkið í meira lagið aftur við matinum. Blóðroynd er tikin av honum og úrslitið av henni fer so at vísa, hvussu málið verður avgreitt.
Løgreglan sigur eisini, at tveir bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt í Sundalagnum. Teir koyrdu ávikavist 104 og 105 kilometrar um tíman í óbygdum øki, har tað er loyvt at koyra 80. Sostatt fáa teir klipp í koyrikotið, umframt at teir fáa eina bót upp á 2.000 krónur í part. Harumframt varð onkur bilførari tikin fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan hann koyrdi.