Fyrsti dystur í hesum leikumfarinum bleiv longu leiktur á Skála, har Skála tók ímóti teimum næstbestu hjá KÍ. Longu aftaná ein hálvan tíma hevði heimaliðið lagt seg á odda 2-0. Men klaksvíkingar góvu ikki upp, og tá ið 67 minuttir vóru leiktir vóru teir komnir á 2-2. Endin var tó, at heimaliðið vann 4-2.
Hinir fýra dystirnir hava allir verið leiktir í dag. Á Toftum tók B68, ið má metast sum ein av favorittunum at flyta upp, ímóti botnliðinum MB. Endin var tann, at toftamenn vunnu ein tryggan 2-0 sigur.
Á Argjum tóku teir næstbestu hjá AB ímóti B71. Dysturin byrjaði, sum hann endaði, 0-0. Gunnar Lydersen hjá B71 fekk reytt kort aftaná 70 minuttir.
Í Gøtu vóru tað tvey av eykaliðunum, ið brustu saman. Víkingur og B36. Dysturin átti upprunaliga at verið leiktur í Leirvík, men vegna sera vánalig veðurlíkindi bleiv dysturin fluttur til Gøtu. B36 kom skjótt framum aftaná, at málmaðurin hjá Víkingi misti bóltin til B36-leikara, ið trillaði hann í tómt mál. Síðani fekk Víkinga-leikari reytt kort í 19. minutti fyri hevnisøku. Hóast yvirtal í 70 minuttir megnaði B36 tó ikki at vinna dystin. Aftaná 54 minuttir javnaði Víkingur til endaliga úrslitið 1-1. Nevnast kann, at veðurlíkindini vóru út av lagi vánalig, og dygdin av fótbólsspælinum var eisini hareftir.
Sìðsti dysturin bleiv leiktur har vesturi í Sandavági, har 07 Vestur tók ímóti næstbesta liðnum hjá NSÍ. 07 Vestur vann dystin 1-0.
4. umfar
Týsdagin 31. mars
Skála-KÍ 4-2 (2-0)
1-0: Brian Jacobsen 3.
2-0: Ólavur Mikkelsen 29.
2-1: Steinbjørn Olsen 52.
2-2: Eivindur Sørensen 67.
3-2: Petur Pauli Mikkelsen 79.
4-2: Edvin Jacobsen 83.
Mikudagur 1. apríl
B68-MB 2-0 (1-0)
1-0: Martin Olsen 23.
2-0: Jann Ingi Petersen br 58.
Víkingur-B36 1-1 (0-1)
0-1: Áki Olsen 7.
1-1: Magnus Jarnskor 54.
Reytt kort: Andras Dalbø, Víkingur, 19. (beinleiðis reytt)
07Vestur-NSÍ 1-0 (1-0)
1-0: Holgar Durhuus 16.
AB-B71 0-0
Støðan eftir fýra umfør
Skála 12
B68 10
07Vestur 9
B71 8
AB 7
Víkingur 5
KÍ 3
B36 2
NSÍ 0
MB 0
5. umfar
Leygardagin 11. apríl
B71-Skála
NSÍ-KÍ
Sunnudagin 12. apríl
B68-Víkingur
AB-07Vestur
B36-MB