Fá landsstýrisfólk at møta á tingfundi

Henrik Old: – Landsstýrisfólk flýggja yvir háls og herðar, tá ið spurningar eru á skrá

Henrik Old: – Landsstýrisfólk flýggja yvir háls og herðar, tá ið spurningar eru á skrá.

 

Tað segði Henrik Old, løgtingsmaður, í løgtinginum í gjár. Hann heitti beinleiðis á løgtingsformannin um at syrgja fyri, at landsstýrisfólkini møtti til tingfundin í dag klokkan 11, tá munnligir fyrispurningar eru á skránni.

 

Løgtingsformaður vísti á, at tað í longri tíð hevur verið greitt, nær munnligir fyrispurningar eru á skránni, og tá eiga landsstýrisfólk at møta.

 

Hann visti ikki, hvussu tað fór at vera í dag, men lovaði at taka málið upp.

 

So kanska hevur Jógvan á Lakjuni givið landsstýrisfólkunum boð um at møta á tingfundinum í dag. Men tað vita vit meira um klokkan 11.

 

Sambært seinastu dagførdu gerðabók hjá løgtinginum – sum er fyri fundin fyrradagin, vóru øll landsstýrisfólkini á tingfundi. Hetta var fundurin, tá bara játtanarkarmarnir hjá landsstýrinum stóðu á skrá. Einastu tingfólk, sum ikki møttu á fundi, vóru Høgni Hoydal og Helgi Abrahamsen, sum vóru á fundi í Norðurlandaráðnum.