Á ólavsøku yvirtóku føroyskir myndugleikar familjurættarliga økið. Hetta førir við sær, at umsitingin av faðirskaparmálum verður flutt til nýggja stovnin, Familjufyrisitingina.
Tí skulu øll, sum hava spurningar og annað, sum hevur við faðirskaparmál at gera, framyvir venda sær til Familjufyrisitingina. Skrivstovan hjá Familiufyrisitingini letur upp 6. august og kemur at halda til Undir Bryggjubakka 27.
Áðrenn 29. juli 2018 var tað Ríkisumboðið og partvís Landfútin, ið vegna danska statin vardu av teimum uppgávunum, ið nú liggja hjá Familjufyrisitingini. Familjufyrisitingin varð sett á stovn 29. juli 2018, í sambandi við, at Føroyar sama dag yvirtóku familju-, persóns- og arvarættin.
Meira um faðirskaparmál og Familjufyrisitingina sæst á heimasíðu teirra.
Keldur: Politi.fo og famf.fo










