Faðir og synir skulu døma dyst

Landskappingardysturin í unglingadeildini millum B36 og ÍF, sunnudagin 29. august verður meir enn bara ein vanligur landskappingardystur í unglingadeildini.

 

Dysturin fer nevnliga at verða dømdur av pápa og synum. Høvuðsdómari verður okkara fyrsti altjóða dómari, Nemus Napoleon Djurhuus. Hjálpardómarar verða Ransin Napoleon Djurhuus og Ríkin Napoleon Djurhuus, og verður soleiðis ein sterkur fótbóltssøguligur dámur til unglingadystin millum B36 og ÌF, sum verður spældur um 12 dagar.

 

Bæði Ransin og Ríkin fylgja í fótasporum pápa síns, og eru dómarar í bestu og næstbestu fótbóltsdeildini.