Faðir og dóttir í Smiðjuni

   

Hósdagin, 7. oktober lata William Smith og dóttir hansara Helena Smith upp málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík.
Tey bæði, faðir og dóttir, búgva í Aalborg. William hevur búð í Danmark síðan 1967. Hann hevur havt fleiri framsýningar í Danmark og eina í Oman har suðuri á Arabianesinum, har hann og kona hansara Ann-Maj arbeiddu á sjúkrahúsinum hjá Qaboos sultani í fýra ár fyrst í 1990?árunum. Helena var við teimum í Oman, hagar tey fluttu í 1990.
Í 1989 hevði William framsýning í Smiðjuni í Lítluvík saman við fýra systkjum sínum. Tann framsýningin hevði heitið "Fimm systkin".
William Smith hevur alla tíðina málað og teknað við føroyskum motivum í huga.
Tann 17 ára gamla Helena Smith hevur sína fyrstu framsýning yvirhøvur í Smiðjuni. Hon hev-ur gjørt seks málningar við olju og akryli. William hevur átjan oljumálningar á framsýningini.
Ferniseringin er hósdagin klokkan 15, og framsýn-ingin er opin til og við mikudegnum 13. oktober frá klokkan 15 til 20 allar dagarnar.