FA: Ógrundað álop á eftirlønargrunnar

- Tað er átaluvert, at nakrir av okkara politikarum nú rógva uppundir, at tað eru eftirlønargrunnarnar sjálvur, sum brúka ein stóran part av eftirlønaruppsparingini hjá løntakarunum, sigur Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag.

Hann vísir á, at í fjølmiðlunum hava nakrir politikarar róð uppundir, at eftirlønargrunnarnir sjálvir eta upp ein stóran part av eftirlønar-uppsparingini hjá vanliga føroyska løntakaranum.

- Óivað koma politikararnir fram við hesum ósannindum í einari roynd at fjala útyvir lógar-inntrivini, sum koma at skerja eftirlønaruppsparingina hjá vanliga løntakaranum samstundis sum somu politikarar fremja skattalættar, sum so at siga onga ávirkan koma at hava á vanliga føroyska løntakaran, vísir FA-formaðurin á í eini viðmerking, sum send er føroysku miðlunum.

Sum nevndarformaður í Eftirlønargrunni Føroya Arbeiðarafelags vísir Georg F. Hansen á, at í eftirlønargrunninum eru tað limirnir sjálvir, sum á aðalfundi velja leiðslu grunsins og grunnurin hevur sína egnu umsiting, sum saman við leiðslu og góðari ráðgeving skipa fyri bæði íløgum og eftirlønarútgjaldingum.

Umsitingarútreiðslurnar hjá Eftirlønargrunni Føroya Arbeiðarafelag eru bert nøkur fá prosent av inngjøldunum og hava tey lagt seg eftir at royna at halda umsitingarkostnaðin so lágan sum gjørligt, soleiðis at inngjøldini í størst møguligan mun fara til uppsparing til frama fyri vanliga limin í eftirlønargrunnin.