Lutakast hevur verið til fimta umfarið - áttandapartsfinalurnar - í ensku FA Cup steypakappingini.
Sensasjónsliðið úr næstbestu deildini, Plymouth Argyle sum sendi Liverpool úr kappingini møtir Manchester City á útivølli.
Manchester United, Newcastle og Aston Villa fáa øll heimadystir.
Her er lutakastið:
* Manchester City-Plymouth.
* Manchester United-Fulham.
* Newcastle-Brighton.
* Bournemouth-Wolverhampton.
* Preston-Burnley.
* Aston Villa-Cardiff.
* Doncaster/Crystal Palace-Millwall
* Exeter/Nottingham Forest-Ipswich
Dystirnir vera spældir vikuskiftið 1. og 2. mars.