Seinnapartin fekk David Geza Turi enn eina stóra uppliving á síni yrkisleið sum leikari hjá Grimsby Town.
Grimsby, ið spælir í fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini, League Two tók seinnapartin móti Premier League liðnum, Wolverhampton Wanderers á Blundell Park leikvøllinum í fjórða umfarinum í FA Cup kappingini.
Tað endaði við einum teprum 1-0 sigri til Wolverhampton, ið bert hevði bóltin 45 prosent av tíðini. Liðini høvdu tveir stórar málmøguleikar í part, men tað var Wolverhampton sum megnaði at gagnnýta tann eina. Santiago Bueno skoraði sigursmálið, tá klokkan rundaði 60 minuttir.
Geza fekk fulla spælitíð. Frá Sofascore fær Geza karakterin 6,7 (av 10), ið er næstbesti karakterurin millum leikararnar hjá Grimsby. Frá Soccerstand/Flashscore fær Geza karakterin 6,5 (av 10).
Mikukvøldið klokkan 19.45 hevur Grimsby dyst á heimavølli í League Two móti Walsall.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá FA Cup dystinum Grimsby Town-Wolverhampton Wanderers 0-1 (0-0):
##med2##











