FA-Cup finalan leygardagin

Enska steypakappingin er kanska tann mest siðbundna av øllum. Og við nýggjum Wembley sum undirlagi er lagt upp til satt brak, tá Manchester United og Chelsea fara á vøllin leygardagin. Chelsea hevur í ár “bert” vunnið Liga-cup kappingina, og tað er alt ov lítið til bæði Abramovich og Mourinho. Hjá Manchester droyma tey hinvegin um enn eina greipu, sum skal undirstrika, at liðið nú aftur er toppurin av enskum fótbólti.