Petur Martin Johansen, sum eigur og rekur Fa. Billutir, sigur, at umleið ein triðingur av fólkinum í Føroyum býr í Havn, og hann heldur, at tað eru fleiri fyrimunir við at flyta til Havnar.
Hann hevur leiga handilshølini í Bókbindaragøtu 18, har sum fyrrverandi kolonialhandlarnir, Sigurd Danielsen og Eysturbúðin, hildu til.
Gólvvíddin er umleið 200 fermetrar, og hølini eru sera væl egnaði til endamalið, sigur Petur Martin.
Fa. Billutir bleiv stovnað í Kollafirði í 1993. Fyritøkan selur eykalutir til bilar, so sum plátulutir, útstoyt, lyktir og annars allar slitlutir - bæði brúktar og nýggjar. Eisini hevur fyritøkan gott samband við bilupphøggarar í útlandinum.
Handilin letur upp mánadagin 1. november og telefonnummarið er nú: 321605 og telefax. nr. 321604.