Fá atgongumerki eftir til Týskland

Tað verður eftir øllum at døma so fullsett sum tað kann vera, tá Føroyar og Týskland bresta saman á Tórsvølli tann 10. september.


Atgongumerkini vórðu sett til sølu í gjár, og nú eru ógvuliga fá atgongumerki eftir.


- Tú fært neyvan fatur í nøkrum atgongumerki í Havn, og kring landið eru onkur hendinga atgongumerki eftir, sigur Tróndur Vatnhamar av marknaðardeildini hjá Fótbóltssambandi Føroya.


Sostatt er við at vera útselt til stóra dystin.


Vegna um- og útbyggingar rúmar Tórsvøllur munandi færri fólkum enn vanligt. Umleið 2000 færri sitipláss eru orsaka av hesum. Haraftrat fara týskarar við millum 600 og 700 atgongumerkjum, umframt at stuðlar og VIP-arar av ymsum slagi eisini skulu hava síni setur.