Higartil hevur manskappingin fyri tað nógva sæð út sum ein finaluupphiting millum ÍF og SÍ, men síðstu tíðina er liðið hjá sørvingum tódnað, so manningin ikki sær líka ræðandi út longur. Hetta sást eisini fríggjakvøldið, tá SÍ vitjaði ÍF á Kambsdali, men uttan fleiri av profilunum. Eitt nú var eingin av Jónunum við – hvørki Joensen, Nielsen ella Falkvard.
Um tað var hetta viknaða SÍ-liðið, ið gjørdi tað, ella aðrar orsøkir vóru, vita vit ikki. Men í øllum førum megnaði ÍF slett ikki frá byrjan at gera sær dælt av skerdu mótstøðuni, og í staðin fór SÍ avstað við fyrsta settinum, ið endaði 25-16 til gestirnar.
Hetta var ein hvøkkur hjá fuglfirðingum, ið eisini tóku sær um reiggj í øðrum setti. Men í triðja setti stóð aftur á, tí her var SÍ frammanfyri tað mesta av tíðini, og ikki fyrr enn eftir javnleik 22-22 fór ÍF framum og endaði við at vinna 26-24. Eftir hetta var eingin hvøkkur eftir í dystinum, og ÍF vann eisini lættliga fjórða sett og dystin.
Stigini niður í helvt
Fuglfirðingar fingu sostatt enn eina ferð styrkt sær um støðuna, og í løtuni sær ikki ordiliga út til, at nakað av hinum liðunum kann standa teimum kurl. SÍ er í álvarsligum trupulleikum, nú liðið hevur mist fólk, so har kann tað verða so skjótt, at Mjølnir og kanska eisini Fleyr fara at nærkast av álvara.
Serliga spennandi kann tað gerast, tí eftir hetta umfarið verða stigini býtt í helvt, so tá er ikki longur sami munur millum liðini. Hetta fer at síggjast allarbest í kappingini millum tey fremstu, har tað tó enn má væntast, at luturin hjá SÍ, Mjølnir og Fleyr verður at kappast um eitt pláss í FM-finalunum, tí ÍF altso sær út til at vera tað sterkari enn hini.
Bara ein dystur er eftir í hesum umfarinum, og hann verður í Badmintonhøllini í Klaksvík í annaðkvøld klokkan 19.30 millum Mjølnir og Fleyr. Tá hann er spældur, hava liðini ein dyst ímóti hvørjumøðrum eftir, og tí kann væntast, at kappingin bara fer at harðnað, nú hon nærkast endanum.