ÍF vann tætta finalu

Mjølnir var væl á veg at fremja eitt comeback, men ÍF vann í fimta og avgerandi setti.

Fyrra FM-finalan í meistaradeildini hjá monnum í flogbólti varð spæld í stórhøllini á Hálsi í kvøld, har ÍF og Mjølnir hittust.


Eftir eina javna byrjan í fyrsta setti var tað ÍF, sum rann undan og legði seg á odda 1-0 í settum við 25-20 í fyrsta setti. Mjølnir var omaná stóran part av øðrum setti, men síðstu løtuna var ÍF um ein háls og vann greitt 25-18.


Aftanfyri 2-0 í settum ressaðist Mjølnir, sum nærum allatíðina í triðja og fjórða setti var á odda, og eisini megnaði at vinna tey bæði 25-20 og harvið javna til 2-2 í settum.


Í fimta og avgerandi setti kom ÍF á odda heili 9-0. Mjølnir pyntaði um, men ov seint var, og við 15-12 í avgerandi setti vann ÍF 3-2 og hevur tryggjað sær gott útgangsstøði undan seinnu FM-finaluni leygardagin kl.16.00.


Beinleiðis tekstafrásøgnin, sum in.fo hevði frá dystinum, kann lesast niðanfyri:


Beinleiðis: ÍF – Mjølnir 3-2 (25-20, 25-18, 20-25, 20-25, 15-12)


1. sett:

Dystarbyrjanin var jøvn, og liðini fylgdust til 7-7, tá ið ÍF byrjaði at byggja sær eina leiðslu, sum skuldu vísa seg at halda alt settið. Tað endaði við, at ÍF vann fyrsta sett 25-20.


2. sett:

Mjølnir fekk ynskiliga byrjan upp á annað sett og kom á odda 3-0. Mjølnir var eisini á odda fyri tað mesta, men ÍF vendi settinum, og eftir at hava vunnið seg upp á javnt 17-17, gekk sum smurt hjá fuglfirðingum, sum við 25-18 løgdu seg á odda 2-0 í settum.


3. sett:

Aftur vann Mjølnir sær góða støðu og var á odda 10-7 og 16-12. ÍF minkaði heilt niður í 16-15, men so tók Mjølnir sær aftur um reiggj og við 25-20 minkaðu teir niður í 2-1 í settum.


4. sett:

Gongdin í fjórða setti var tann sama. Mjølnir dregur so við og við frá, og aftur megna teir at varðveita leiðsluna. ÍF haltar fyri tað mesta fýra-fimm bóltar aftaná, og tað endar eisini við, at Mjølnir vinnur settið 25-20 og javnar til 2-2 í settum. Nú verður neyðugt við einum fimta og avgerandi setti.


5. sett:

ÍF leggur seg á odda 3-0 og Mjølnir tekur timeout. Lítið hjálpti, tí ÍF legði seg á odda heili 9-0 áðrenn Mjølnir kom á talvuna. Mjølnir ressaðist og minkaði niður í 12-8 og 13-10, men tættari komu klaksvíkinar ikki, og við 15-12 í avgerandi setti vann ÍF fyrru FM-finaluna 3-2.