ÍF vann stórt í grannadystinum

Fuglfirðingar halda fast um uppflytingarplássið í 1. deild hjá monnum. Í dag vunnu teir 4-0 á LÍF í Fuglafirði.

 

Høgni Zachariasen legði ÍF á odda 1-0 í 9. minutti, og Áki Petersen økti við brotssparki í 29. minutti.´

 

Í fyrsta minutti eftir hálvleikssteðgin skoraði Nenad Saric til 3-0, og tá ið Helgi L. Petersen økti upp í 4-0 í 55. minutti, var stórsigurin heima.

 

Tveir minuttir seinni fekk Bartal Eliasen hjá ÍF reyða kortið, men ÍF helt tætt, hóast teir vóru undirmannaðir seinasta hálva tíman.