Har tók eitt av oddaliðunum, ÍF, ímóti SÍ, sum liggur aftast. Men dysturin bleiv javnari enn vænta. Tá trý sett vóru spæld førdi SÍ 2-1. Fjórða sett gjørdist sera spennandi, men her megnaði ÍF at vinna 35-33. ÍF vann eisini avgerandi javnbrótaran, og sostatt hevur ÍF lagt seg undir liðuna á Mjølni á fremsta plássi. ÍF hevur tó leikt ein dyst færri. Vit hava tíverri ikki fingið settúrslitini frá dystinum.









