ÍF og Mjølnir hava ligið og kappast um fremsta plássið í meistaradeildini hjá monnum í at kalla alt ár, men ÍF hevur tó verið liðið, sum hevur havt munin. Teir hava verið eitt vet frammanfyri Mjølnir so at siga allan vegin, og í seinasta umfari tóku teir eitt avgerandi fet ímóti meistaraheitinum, tá teir vunnu toppdystinum ímóti Mjølni í Klaksvík.
Sunnudagin skuldi ÍF so aftur í dyst, tá teir tóku ímóti Fleyr í høllini á Kambsdali. Her var greitt undan dystinum, at ÍF við einum sigri kundi tryggja sær meistaraheitið.
Fleyr blakaði leiðslu vekk
Í fyrsta setti var annars einki, sum bendi á, at ÍF fór at fáa nakran lættan dyst ímóti Fleyr, sum liggur á einum fjórða plássi í meistaradeildini hjá monnum. Fyrstu løtuna fylgdust liðini væl, og munurin var ikki tann heilt stóri, men brádliga tók Fleyr dik á seg. Teir vunnu nakrar bóltar á rað, og so vóru tað brádliga teir, sum høvdu lagt seg rættiliga trygt á odda ímóti oddaliðnum.
ÍF royndi at koma innaftur í hetta settið, men illa gekst. Fleyr vísti betra spælið hesa løtuna, og alt bendi á, at teir fóru at vinna fyrsta setti á Kambsdali. Fuglfirðingarnir vildu tó ikki gevast. Teir bardust til síðsta bólt, og spakuliga byrjaðu teir at eta meir og meir av leiðsluni hjá Fleyr. Nú var tað ÍF, sum var oman á á vøllinum, og móti endanum av settinum fingu teir eisini Fleyr aftur, og so var liðugt hjá havnarliðnum. ÍF vann settið 25-23, sjálvt um Fleyr var á odda so at siga allan vegin.
Hanus servaði settið heim
Í øðrum setti var gongdin á leið tann sama. Eisini her fylgdust liðini fyrstu løtuna, men so við og við tók Fleyr yvir. Teir vunnu sær eina fitta leiðslu, men hesaferð var leiðslan tó ikki líka trygg, sum hon var í fyrsa setti.
ÍF vildi tó ikki geva skarvin yvir. Teir blivu við at kempa, og seint í settinum fór Hanus Eliasen, sum spældi í staðin fyri Boban Ilic, sum var úti við skaða, at serva við støðuna 19-17 til Fleyr. Hann servaði ein bólt fyri og annan eftir, og hvørja ferð megnaði ÍF at vinna bóltarnar. Hanus gjørdi ikki mætari enn at serva settið heim, og so vann ÍF annað sett 25-19, sjálvt um Fleyr enn einaferð hevði verið oman á.
ÍF tryggjaði sær sigurin
Hevði Fleyr verið væl við í fyrsta og øðrum setti, so var heilt annað flog yvir liðnum hjá ÍF í triðja setti. Nú vísti ÍF seg at spæla nógv tryggari, og teir høvdu helst eisini spælt nervarnar av sær, eftir at teir vóru komnir á odda 2-0 í settum.
ÍF setti seg á triðja sett mest sum alt fyri eitt, og teir vunnu sær eina lítlu leiðslu tíðliga í settinum. So við og við øktu teir bara meir um munin, og skjótt gjørdist greitt, at hetta settið fór ÍF at vinna.
At enda førdu fuglfirðingarnir stórt, og ákoðararnir blivu bara meira og meira spentir, men brádliga steðgaði upp hjá ÍF. Teir høvdu vunnið sær dystarbólt, men teir høvdu stórar trupulleikar við at fáa síðsta bóltin í gólvið hjá Fleyr. Fleyr megnaði at vinna fleiri bóltar á rað, men ordiliga spennandi bleiv tað tó ikki. At enda kundi Jan Áki H. Olsen langa síðsta bóltin í gólvið hjá Fleyr, og so var rómurin stórur í høllini á Kambsdali. ÍF hevði vunnið ein at enda tryggan sigur á Fleyr, og við sigrinum var meistaraheitið nú í hús.
Sum heild má sigast, at meistaraheitið hjá fuglfirðingum er uppiborið. Teir hava verið á odda alla kappingini, og samanumtikið hava teir helst eisini verið liðið, sum hava havt mest stabilu avrikini.










