Fóðursøla, handil og verkstaður

LÝSINGARTILFAR


MBM er eitt lutafelag, sum varð stovnað tann 25. oktober 1977 undir navninum Mjólkarvirki Búnaðarmanna. Navnið varð síðan broytt til Meginfelag Búnaðarmanna, stytt MBM.

MBM var eina tíð í 4 deildum: tveimum framleiðsludeildum og tveimum innkeyps-, sølu- og tænastudeildum. Í dag koyrir virkið í tveimum deildum, einari framleiðslu- og einari søludeild.

Harafturat kemur leiðsla og marknaðarførsla.

Mjólkarframleiðarar eru lutaeigarar í felagnum men hóast felagið er lutafelag, er tað rikið sum eitt partafelag. Munurin er helst eigaraviðurskiftini, at bert mjólkarframleiðarar kunnu eiga lut/part í felagnum og tá eftir mjólkarnøgd/kvotu.




Tá flutt varð í nýggja bygningin í 2005, valdu teir at laga felag teirra

soleiðis, at teir eftir henda dag høvdu tvær deildir, eina framleiðslu- og

eina søludeild.

Framleiðsludeildin er Mjólkarvirkið, sum hevur verið síðani byrjanina við

MBM.

Søludeildina, sum umfatar fóðursøluna, handilin og verkstaðið, valdu teir at

kalla BÚRØKT.

Í 2005 lá søluinntøkan hjá MBM um 100 mió. kr. Mjólkarvirkið tók í 2005 ímóti  7.459 tonsum av mjólk frá 48 mjólkarframleiðarum.

Samstarv

Dagliga hevur Búrøkt eitt tætt samstarv við útvegarar sínar, fyri at fáa so

nógvan serkunnleika, sum gjørligt. Samstarvið er eisini grundað á, at teir

kenna hvønn annan og vita hvørji kor landbúnaðurin í Føroum hevur: veðurlag,

fíggjarligar umstøður, tørvir og ikki minst lendið.

Tað, at teir í dag hjá teimum flestu útvegarunum kunnu bíleggja ein eykalut

og fáa hann sendan sama dag, og at teir kunnu tosa við maskinsmiðir útvegarans,

um trupulleikar taka seg upp, hevur alstóran týdning fyri teir og harvið

eisini fyri viðskiftafólk teirra.


Ymiskar deildir

Sum nevnt longur uppi á síðuni, hevur MBM havt fleiri ymiskar deildir, ið teir so valdu at leggja saman í bert tvær deildir í 2005, tá teir samstundis fluttu í nýggan bygning.

Ein av deildunum, MBM hevur roynt seg við, er MBM-Kjøt, ið byrjaði sítt virksemi í januar 1997, men Orsakað av harðari kapping við innfluttar vørur, umframt at virkið bert fekk um 50% av føroysku neytunum at fletta, gekk ikki sum ætlað.

Deildin varð tí niðurløgd í januar 2003, og bygningurin seldur.


Miðið

Miðið hjá MBM Sølu og Tænastu er, saman við viðskiftafólki og útvegarum

okkara at hækka støðið á sølu og tænastu á landbúnaðarmaskinum.


Niels Petersen

niels@sosialurin.fo