ÍF ætlar sær at vinna 1. deild

Fuglfirðingar noyddust í ár tungu leiðina niður næstbestu fótbóltsdeildina, men stendur tað til venjaran hjá liðnum, Jón Simonsen, skal felagið beina leið upp aftur í Formuladeildina.
- Málið hjá okkum er at flyta uppaftur í Formuladeildina, og tað rokni eg avgjørt við, at vit megna – helst sum nummar 1, sigur hann við NorðlýsiðÍF-venjarin roknar við, at ÍF, B68, FS Vágar og LÍF fara at kappast um tey bæði uppflytingarplássini.